Kunning og kostnaður

Á skeiðunum er millum annað:

    • Kunning um pinkubarnasvimjing.

    • Kunning um positivu árinini av at svimja við pinkubørnum og børnum.

    • Kunning um, hvussu svimjing mennir barnið og samspælið millum børn og foreldur.

    • Sangur við rørslum.

    • Lívbjargandi venjingar.

Endamálið við pinkubarnasvimjing er millum annað

    • At børn og foreldur fáa eina løtu saman, ið ikki er órógvað av fartelefonum, teldum og øðrum, ið annars er órógvandi í gerandisdegnum.

    • At børnini venjast við vatn og verða trygg í vatni.

    • At børnini kunnu røra seg á ein hátt, ið tey ikki kunnu á landi.

    • At børn og vaksin eru kropsliga virkin saman.

    • At børnini verða ment í einum sunnum og gevandi umhvørvi.

    • At barnið lærir at lívbjarga sær í vatni.

    • At foreldur vísa barninum ans og nærleika.

    • At foreldur hittast at práta um barnauppaling og felags áhugamál.

Eitt sindur um undirvísaran

  • Majbritt Hálvdansdóttir, f. 1973.

  • Mamma at trimum børnum.

  • Útbúgvin heilsurøktari í 1998.

  • Prógv sum lærari í pinkubarnasvimjing í 2003.

  • Undirvíst í pinkubarnasvimjing síðani 2004.

  • Havi fingið frálæru og annars kunnað meg um pinkubarnasvimjing í Svøríki, Íslandi, Danmark og Nýsælandi.

  • Havi verið á altjóða ráðstevnum í Svøríki (2005), Íslandi (2006), Finnlandi (2010) og Danmark (2012), har undirvísarar úr m.a. USA, Avstralia, Suðurafrika, Spania, Norra, Meksiko og Japan hava undirvíst og hildið fyrilestrar.

Kostnaður og tíðarskeið

  • Skeiðini byrja í august, oktobur, januar/februar og apríl. Skeiðini eru fríggjadagar millum klokkan 16.00 og 18.00.

  • Systkinasvimjing: Eitt skeið um árið; vanliga í apríl mánaða.

  • Tekning til skeiðini er alt árið. Tá ið pláss er á einum holdi, fær mann boð við telduposti.

  • Hvørt skeiðið er 7 ferðir og kostar kr. 550,-

  • Systkinasvimjing (tvey børn) kostar kr. 975,-

  • Gjaldast skal fyri skeiðið, áðrenn tað byrjar. Endurrindað verður ikki; undantak er tó um læknaváttan verður víst.