Kunning og kostnaður
Á skeiðunum er millum annað:
Kunning um pinkubarnasvimjing.
Kunning um positivu árinini av at svimja við pinkubørnum og børnum.
Kunning um, hvussu svimjing mennir barnið og samspælið millum børn og foreldur.
Sangur við rørslum.
Lívbjargandi venjingar.
Endamálið við pinkubarnasvimjing er millum annað
At børn og foreldur fáa eina løtu saman, ið ikki er órógvað av fartelefonum, teldum og øðrum, ið annars er órógvandi í gerandisdegnum.
At børnini venjast við vatn og verða trygg í vatni.
At børnini kunnu røra seg á ein hátt, ið tey ikki kunnu á landi.
At børn og vaksin eru kropsliga virkin saman.
At børnini verða ment í einum sunnum og gevandi umhvørvi.
At barnið lærir at lívbjarga sær í vatni.
At foreldur vísa barninum ans og nærleika.
At foreldur hittast at práta um barnauppaling og felags áhugamál.
Eitt sindur um undirvísaran
Majbritt Hálvdansdóttir, f. 1973.
Mamma at trimum børnum.
Útbúgvin heilsurøktari í 1998.
Prógv sum lærari í pinkubarnasvimjing í 2003.
Undirvíst í pinkubarnasvimjing síðani 2004.
Havi fingið frálæru og annars kunnað meg um pinkubarnasvimjing í Svøríki, Íslandi, Danmark og Nýsælandi.
Havi verið á altjóða ráðstevnum í Svøríki (2005), Íslandi (2006), Finnlandi (2010) og Danmark (2012), har undirvísarar úr m.a. USA, Avstralia, Suðurafrika, Spania, Norra, Meksiko og Japan hava undirvíst og hildið fyrilestrar.
Kostnaður og tíðarskeið
Skeiðini byrja í august, oktobur, januar/februar og apríl. Skeiðini eru fríggjadagar millum klokkan 16.00 og 18.00.
Systkinasvimjing: Eitt skeið um árið; vanliga í apríl mánaða.
Tekning til skeiðini er alt árið. Tá ið pláss er á einum holdi, fær mann boð við telduposti.
Hvørt skeiðið er 7 ferðir og kostar kr. 550,-
Systkinasvimjing (tvey børn) kostar kr. 975,-
Gjaldast skal fyri skeiðið, áðrenn tað byrjar. Endurrindað verður ikki; undantak er tó um læknaváttan verður víst.