Pinkubarnasvimjing

EG UNDIRVÍSI IKKI Í PINKUBARNASVIMJING FYRIBILS.

MAJBRITT HÁLVDANSDÓTTIR

Svimjingin er í Eysturskúlanum. Vit hava leikur í hylinum, syngja og gera rørslur til sangirnar. Somuleiðis gera vit ymiskar venjingar, ið m.a. hava til endamáls at læra børnini at lívbjarga sær í vatni. Týdningarmikið er, at børnini føla seg trygg í hylinum, og at tey hava eina stuttliga og góða løtu saman við foreldrunum. Ein vaksin má altíð vera í hylinum við barninum.

Pinkubarna- og barnasvimjing er fyri børn frá 0 - 4 ár. Systkinasvimjing er fyri børn frá 0 - 6 ár. Børnini skulu vera í minsta lagið tríggjar mánaðir, tá ið skeiðið byrjar. Tað er ongantíð ov seint at byrja.

Ymiskt er, hvat høvuðsendamálið við pinkubarnasvimjing er. Í Skandinavia er sosiala samveran millum børn og vaksin týdningarmikil. Harafturat leggja foreldur ofta stóran dent á at barnið verður stimbrað og styrkt í einum góðum og mennandi umhvørvi. Í USA og Avstralia, har tað er sera vanligt at hava svimjihyl í garðinum, leggja tey harafturímóti ofta størsta dentin á at læra børn lívbjargandi venjingar so tíðliga sum gjørligt.

Eins og í so nógvum øðrum verður granskað í pinkubarnasvimjing. Gransking við Lærda Ítróttaháskúlan í Køln í Týsklandi vísir, at pinkubørn ið svimja búnast skjótari motoriskt, sosialt, intellektuelt og kensluliga enn børn, ið ikki svimja. Somuleiðis gerast tey tíðliga sjálvbjargin, og tey hava gott sjálvsálit. Gransking úr m.a. Norra vísir at børn, ið eru kropsliga virkin, búnast skjótari málsliga enn javnaldrarnir, ið ikki eru kropsliga virknir.