Á skeiðunum er millum annað- Kunning um pinkubarnasvimjing.
- Kunning um positivu árinini av at svimja við pinkubørnum og børnum.
- Kunning um, hvussu svimjing mennir barnið og samspælið millum børn og foreldur.
- Sangur við rørslum.
- Lívbjargandi venjingar.
Endamálið við pinkubarnasvimjing er millum annað- At børn og foreldur fáa eina løtu saman, ið ikki er órógvað av fartelefonum, teldum og øðrum, ið annars er órógvandi í gerandisdegnum.
- At børnini venjast við vatn og verða trygg í vatni.
- At børnini kunnu røra seg á ein hátt, ið tey ikki kunnu á landi.
- At børn og vaksin eru kropsliga virkin saman.
- At børnini verða ment í einum sunnum og gevandi umhvørvi.
- At barnið lærir at lívbjarga sær í vatni.
- At foreldur vísa barninum ans og nærleika.
- At foreldur hittast at práta um barnauppaling og felags áhugamál.
Eitt sindur um undirvísaran- Majbritt Mohr, f. 1973.
- Mamma at trimum børnum.
- Útbúgvin heilsurøktari í 1998.
- Prógv sum lærari í pinkubarnasvimjing í 2003.
- Undirvíst í pinkubarnasvimjing síðani 2004.
- Havi fingið frálæru og annars kunnað meg um pinkubarnasvimjing í Svøríki, Íslandi, Danmark og Nýsælandi.
- Havi verið á altjóða ráðstevnum í Svøríki (2005), Íslandi (2006), Finnlandi (2010) og Danmark (2012), har undirvísarar úr m.a. USA, Avstralia, Suðurafrika, Spania, Norra, Meksiko og Japan hava undirvíst og hildið fyrilestrar.
Kostnaður og tíðarskeið- Skeiðini byrja í august, oktobur, januar/februar og apríl. Skeiðini eru fríggjadagar millum klokkan 16.00 og 18.00.
- Systkinasvimjing: Eitt skeið um árið; vanliga í apríl mánaða.
- Tekning til skeiðini er alt árið. Tá ið pláss er á einum holdið, fær mann boð við telduposti.
- Hvørt skeiðið er 7 ferðir og kostar kr. 550,-
- Systkinasvimjing (tvey børn) kostar kr. 975,-
- Gjaldast skal fyri skeiðið, áðrenn tað byrjar. Endurrindað verður ikki; undantak er tó um læknaváttan verður víst.
|
|