Vælkomin á heimasíðunaPinkubarna- og barnasvimjing er fyri børn frá 0 - 4 ár. Systkinasvimjing er fyri børn frá 0 - 6 ár. Børnini skulu vera í minsta lagið tríggjar mánaðir, tá ið skeiðið byrjar. Tað er ongantíð ov seint at byrja.
Svimjingin er í Eysturskúlanum. Vit hava leikur í hylinum, syngja og gera rørslur til sangirnar. Somuleiðis gera vit ymiskar venjingar, ið m.a. hava til endamáls at læra børnini at lívbjarga sær í vatni. Týdningarmikið er, at børnini føla seg trygg í hylinum, og at tey hava eina stuttliga og góða løtu saman við foreldrunum. Ein vaksin má altíð vera í hylinum við barninum.
|
Boð frá Majbritt
-
Nýggj hold í apríl
Børn uml. 3 - 5 mánaðir kl. 15.30 Børn uml. 6 - 11 mánaðir kl. 16.00 Børn uml. 1 - 4 ár kl. 16.30 Systkinasvimjing kl. 17.00 Systkinasvimjing kl ...
Posted Apr 6, 2021, 2:59 AM by Majbritt Hálvdansdóttir
-
Svimjiførleikin hjá føroyskum børnum versnaður
Innslag í Góðan morgun Føroyar (Kvf)
Posted Oct 27, 2020, 7:15 AM by Majbritt Hálvdansdóttir
|
|